Eitt margháttligt mál hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum av setan av nýggjum skúlastjóra við Vestmanna skúla.
Mentamálaráðið hevur sambært KvF meldað limirnar í setanarbólkinum til politiið fyri brot á tagnarskylduna.
Fyrr í vikuni kom fram, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, ikki hevur sett tann, sum setanarbólkurin hevði innstillað sum nummar eitt til starvið. Tað fall ikki í góða jørð hjá skúlastýrinum, sum bað Mentamálaráðið um frágreiðing.
Men Mentamálaráðið hevur altso ikki gjørt mætari enn at melda limirnar fyri brot á tagnarskylduna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo