Klaksvíkar kommuna: Starvsfólk á skúlaøkinum hava í longri tíð víst á, at tað er tørvur at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr.
Nógv hevur verið tosað um týdningin av at seta tíðliga inn við sálarligari hjálp til børn, men enn hevur sálarfrøðilig hjálp einans verið bjóðað til ung á miðnámi. Barnaverndin og skúlaheilsufrøðingar fáa loftað ymiskum avbjóðingum, men eisini hesi hava víst á, at tørvur avgjørt er fyri betri hjálp til ungar næmingar.
Thorvald Danielsen hevur seinastu fýra árini starvast sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, har hann m.a. hevur verið við til at menna tilboð til ung í aldrinum 15-25 ár.
Thorvald sigur, at tá ið hann í fjør setti seg í samband við kommununa, um eitt møguligt starv sum sálarfrøðingur á Skúlatrøð, so fekk hann góða móttøku, tí hetta var eitt arbeiðið, sum leiðslan á Skúlatrøð í longri tíð hevði ynskt at fingið raðfest.
Arbeiðið fór síðan veruliga í gongd, og í august løgdu Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, og Annika Steintórsdóttir Biskopstø, forkvinna í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, málið fyri politisku skipanina til kunningar og viðgerð.
Samstarv er ein fortreyt
Talan er um eitt samstarv millum Klaksvíkar kommunu, Skúlatrøð og Undirvísingarstýrið.
Verkætlanin er skipað soleiðis, at tað fyrstu tíðina verður Thorvald í starvinum fulla tíð. Síðan liggur í kortunum, at hann fer niður á umleið 15 tímar um vikuna restina av skúlaárinum, tí tá fer hann eisini undir egið praksis í Klaksvík.
Thorvald sigur, at hann er ómetaliga spentur til uppgávuna.
- Eg havi brúkt hendan fyrsta mánaðin at skipa mannagongdir og somuleiðis ment eitt uppskot til samstarv, sum í komandi viku skal viðgerast í leiðsluni á Skúlatrøð.
- Tað er ótrúliga umráðandi fyri meg, at samstarvið millum tey, sum longu eru rundanum børnini, er gott. Tí leggi eg upp til, at eg saman við skúlaheilsufrøðinginum og leiðsluni á Skúlatrøð fái eitt so gott tilboð, sum møguligt.
Tilboðið
Thorvald sigur, at hann er ógvuliga fegin um samstarvið, sum hann longu hevur havt við skúlaheilsufrøðingin og leiðsluna á Skúlatrøð. Í komandi viku skal eg leggja mínar ætlanir fram fyri lærarunum, sum síðan fáa møguleika at gera viðmerkingar til ætlanina.
- Ein visitatiónsnevnd, sum er mannað við skúlaheilsufrøðinginum og umboðum frá Skúlatrøð skulu síðan, saman við mær, gera eina tørvsmeting, soleiðis at rætt verður farið fram.
- Tó verður eisini møguligt hjá teimum ungu at koma á gátt til eitt prát, um tey ynskja, men er tørvur á meira enn einari samrøðu, so skal hetta skipast. Eisini við samtykki frá foreldrum.
Thorvald leggur dent á, at talan er ikki um langtíðar viðgerð, men at talan er um eitt avmarkað tilboð, har tann ungi hevur møguleika at fáa 2 – 10 samrøður. Alt eftir tørvi.
- Tað hevur verið ført fram, at tey ungu sakna samrøður, har ung og børn kunnu tosa ein til ein. Tað eri eg ómetaliga glaður fyri at fáa møguleika at bjóða.
Kunning um tilboðið
Thorvald sigur, at eftir heystfrítíðina, tá ið arbeiðsleisturin er lagdur, so verður farið undir at hava kunnandi fundir fyri bæði næmingum og foreldrum. Tankin er at skipa kunningina til næmingarnar floksvís, tí tað vísir seg at vera betri, tá ið talan er um eitt sindur meira viðkvom evnir.
Til seinast sigur Thorvald, at hann kundi hugsa sær, at pláss eisini var fyri bólkasamrøðum, men at tað fer tíðin at vísa, um møguleiki eisini verður fyri tí.
Mentamálaráðið fíggjar verkætlanina meðan Klaksvíkar kommuna útvegar hølispartin, har skúlaheilsufrøðingurin eisini húsast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo