Skúlablaðið: Fólkaskúlanæmingar hava nógvar møguleikar eftir lokið fólkaskúlaprógv, og skúlar og útbúgvingarstovnar duga væl at skipa fyri tiltøkum, sum kunna næmingarnar um sínar útbúgvingar.
Tina Purkhús og Bergljót Rond, skúlavegleiðarar á Skúlatrøð, halda tó, at bæði skúlar, útbúgvingarstovnar, fyritøkur, virki og arbeiðpláss sum heild áttu at gjørt nógv meiri vart við seg, og hvat tey hava at bjóða næmingum eftir loknan fólkaskúla.
- Vinnuhúsið gjørdi fyri nøkrum árum síðan nógv við at gera vart við handverkara- og vinnuútbúgvingar, men tað sýnist at vera eitt sindur steðgað upp. Tað eru so nógvar útbúgvingar, tú kanst taka í Føroyum, so tað snýr seg um at gera vart við seg. Í grundini áttu allir útbúgvingarstovnar, fyritøkur og virki at lagt seg eftir at lýsa nógv og væl við tí, tey kunnu bjóða, ikki minst vísa, hvat útbúgvingarnar kunnu brúkast til. Ikki bara eina viku ella so um árið, men alt árið, tí tað tekur tíð hjá teimum ungu, frá tí at ein tanki um skúla og starv búnast, til stigið verður tikið at velja, hvørja leið tú skalt fara. Arbeiðspláss kundu havt sum afturvendandi tiltak á hvørjum ári, har tey bjóða næmingum inn at kunna seg um sítt øki. Tað hevur eisini týdning fyri øll tey, sum nema sær útbúgving uttanlands at vita, hvørji størv eru í Føroyum.
Seinnu árini hava skúlavegleiðingarnar í skúlunum kring landið gjørt nógv við at byggja brýr millum fólkaskúla og alt tað, sum kemur eftir fólkaskúla.
- Vit bjóða øllum skúlum at koma til okkara. Næmingarnir hava møguleika at seta spurningar og fáa svar, tey eru so áhugað og árvakin, og tað vísir seg, at tað kann flyta ógvuliga nógv at tosa við skúlarnar, tí næmingarnir broyta ætlan. Ymsu útbúgvingarstovnarnir duga sera væl at tosa við næmingarnar. Næmingurin kann hava ein dreym, men eftir at hava tosað við onkran skúla, kann hann broyta ætlan. Flestu næmingar hava ikki tann stóra dreymin, tey hugsa nógv styttri og eru varin, og tí leggja vit okkum eftir at fregnast um, hvønn áhuga tey hava, og kanska peila teir á ein veg, sum er í samsvari við áhugan. Sama hvønn veg teir ætla ella hava áhuga fyri og duga væl, so er umráðandi at fáa eitt gott miðnámsprógv, og tað leggja vit dent á. Vit tosa um ymsu breytirnar á ymsu skúlunum og síðan hvat krevst fyri at koma hagar og hvørjar vallærugreinir eru góðar at hava.
Les alla greinina í Skúlablaðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo