Fróðskaparsetrið: Í august gav Gunnar Restorff, professari á Náttúruvísindadeildini, eina grein út í høgt metta tíðarritinum, Duke Mathematical Journal, saman við Søren Eilers, Efren Ruiz og Adam P.W. Sørensen. Hetta er úrslit av greinarøð, ið byrjaði fyri fleiri árum síðani, og veruliga tók dik á seg í Hawaiioyggjum í 2015.
Sum part av granskingarverkætlan í støddfrøði var eg tveir mánaðir í Hawaiioyggjunum í 2015.
Við mær hevði eg aðra dóttrina, Annu Birnu, ið tá var 12 ár, og gekk hon í hesum tíðarskeiði í almennum amerikanskum skúla. Gerandisdagar var lívið sum hjá teimum lokalu, og gekk tíðin við ávikavist arbeiði og skúla, og annars tí, sum hoyrir gerandisdegnum til. Í vikuskiftunum livdu vit afturfyri meiri sum ferðafólk. Hetta vóru tveir sera gevandi mánaðir á nógvar hættir, bæði persónliga og fakliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo