Fróðskaparsetrið: Alsamt fleiri borgarar í Føroyum hava ikki føroyskt sum móðurmál. Hagtølini siga, at á nýggjárinum vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum, og hetta setir nýggj krøv til undirvísingina í skúlaverkinum.
Í morgun varð eitt stig tikið á leiðini at brynja lærarar í fólka- og miðnámsskúlunum at undirvísa í føroyskum sum øðrummáli í einum føroyskum fleirmæltum samteksti. Umleið 30 lærarar eru farnir undir at taka diplomútbúgving á Føroyamálsdeildini. Útbúgvingin er á master- og bachelorstigi, og undirvíst verður parttíð yvir fimm lestrarhálvur, sum er hálvttriðja ár.
Heitið á útbúgvingini er "føroyskt sum annaðmál".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo