Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Ann-Elisabeth hevur tikið við nýggjum námsfrøðiligum seniorstarvi hjá Tórshavnar kommunu við staðseting á Fløtum. Í gjárkvøldið var lítil samkoma fyri Ann-Elisabeth í Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Borgarstjórin helt røðu og byrjaði við at ynskja hjartaliga tillukku við starvsdegnum og minti á, at Ann-Elisabeth starvaðist eina tíð hjá Barna- og Ungdómsdeildini hjá kommununi – væl áðrenn hon gjørdist fyrsti leiðari í Frítíðarskúlanum í Hornabø.

- Hetta var ein spennandi tíð og eg havi hug at nevna, at náttúrustovnurin Spírin í Havnardali gjørdist eitt av tínum hjartamálum. Endamálið hjá hesum frítíðarskúlanum er, at børn eftir loknan skúladag sleppa at menna seg málsliga, sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga innan tryggar karmar og við umsjón og vegleiðing frá vaksnum.

- Spírin er, sum vit vita, eitt frítíðarparadís, har børnini læra um okkara náttúru og náttúruríkidømi, og læra at ambæta kríatúrum. Hetta umhvørvið er so einastandandi, at tað sigst, at børn við sálarligum trega eru vorðin at kalla leys av heiluvági av tí sissandi ávirkan, sum náttúran og friðurin í økinum geva undir kønari vegleiðing frá vaksnum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Eg kann ikki siga annað enn, at politiskt er tað eisini sera gott skil í tær. Og tað er uttan mun til, um tað snýr seg um fakfelagsmál, námsfrøði, barnavernd ella annað. Men tað menniskjaliga innlitið er helst tín størsti fyrimunur og eginleiki.

- Tú vart sum sagt okkara fyrsti leiðari á Frítíðarskúlanum í Hornabø. Og við skiftinum út á Fløtur fert tú frá sum stovnsleiðari og byrjar nú í námsfrøðiligum seniorstarvi hjá Tórshavnar kommunu við staðseting her á Fløtum. Hjartaliga tillukku við tí eisini.

- Her í Frítíðarskúlanum á Fløtum raðfesta tit verkstaðsarbeiði og virksemi úti í náttúruni. Ein partur av tí virkseminum gongur framvegis fyri seg í útifrítíðarskúlanum í Havnardali, har børnini úr 2. flokki sleppa at røra seg. Børnini úr forskúlanum og 1. flokki ganga í frítíðarskúla her í Skúlanum á Fløtum, og so er eindin í Hornabø, har arbeitt verður við børnum innan autismuspektrið.

---

- Tú hevur øll hesi 25 árini verið eitt undangongufólk innan øll frítíðarskúlaviðurskifti hjá Tórshavnar kommunu. Tú hevur verið einastandandi at samstarva við og tú hevur veitt hópin av øðrum stovnsleiðarum nógv góð ráð og góða vegleiðing.

- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Ikki minni, hvussu stóran týdning tað hevur at hava tey til taks í samfull 25 ár og longri aftrat. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava so einastandandi menniskjaligar eginleikar og hava so drúgvar royndir og tí eru so góð í ráðum, sum tú hevur verið og ert. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív – og ikki minst, sum hava loyst hesar uppgávur og avbjóðingar til tað besta fyri allar partar.

- Tú hevur trivist í tínum arbeiði og eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi. Og eg gleði meg til komandi samstarv. Hjartaliga tillukku og takk fyri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði blómur og gávur frá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo