Býarstýrið í New York City hevur rætt til at krevja av sínum starvsfólkum innan skúlaskipanina í býnum, at tey skulu vera koppsett ímóti Covid-19 um tey ætla at halda fram í arbeiðnum.
Tað hevur ein kærudómstólur gjørt av.
Stórbýirnir Los Angeles, Chicago og Washington D.C. hava longu frammanundan sett sínum starvsfólkum í skúlunum sama krav.
Nógv blivu smittað í skúlanum, tá summarferian var liðug mitt í september.
Frammanundan hava nógvar stórar amerikanskar fyritøkur sett sínum starvsfólkum sama krav, eitt nú Facebook, Google og Microsoft, og verjumálaráðið hevur boðað frá, at 1,4 milliónir starvsfólk innan verjuna skulu vaksinerast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo