Bíbluskúlin Keldan (BSK): Bíbliuskúlin Keldan (BSK) er nú farin í gongd. Undirtøkan á fyrsta skeiðnum hjá BSK er sera góð. 50 næmingar luttaka á hesum skeiði, ið ber heitið Bíblian. Fyrsta undirvísingin byrjaði hóskvøldið 7. oktober. Luttakararnir eru frá 9 samkomum og kirkjum. Aldursspennið er vítt. Hin yngsti luttakarin er 19 ár og hin elsti er 84 ár.
Búgvi Olsen, gudfrøðingur, er undirvísari á skeiðnum.
Í skúlaárinum 2021/2022 eru hesi fimm skeið á skrá: Bíblian, Heilagi Andin, vekingarsøga, Guds persónleiki og evangelisering.
Tað er samkoman Keldan, ið hevur sett BSK á stovn, og hevur Keldan ábyrgd av skúlanum. Skúlin varð stovnaður á páskum í ár.
BSK heldur til í Kelduni í Skálafirði. BSK hevur atgongd til sera góðu hølini og karmarnar, sum eru í Kelduni. Næmingar á BSK hava atgongd til bókasavnið í Kelduni, sum hýsir góðum kristnum bókum og tilfari.
Í november 2020 bleiv ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika og seta á stovn bíbliuskúla. Í arbeiðsbólkinum vóru Búgvi V. Olsen, Ólavur Jacobsen og Rúni Rasmussen. Teir eru nú leiðslan á BSK. Búgvi er leiðari fyri skúlan.
BSK arbeiðir við einum stutttíðar leisti og einum langtíðari leisti. Tey fyrstu árini verða tey flesu skeiðini skipað sum ein samanseting av kvøldskúla og leygardagsskúla. Málið er at hava ein parttíðarskúla (fyrrapartar) um á leið 3-4 ár.
Umframt ymiskt skeið fer BSK eisini at skipa fyri ymiskum almennum fyrilestrum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo