Fróðskaparsetrið: Tað stendur svart uppá hvítt í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin: Játtanin til Setrið verður uppraðfest fyri at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.
Og fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og ætlanin er, at umsóknarbløð og annað tilfar skal verða klárt á heimasíðuni her longu í morgin.
Tað verða 25 nýggj lestrarpláss tøk á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og lesturin byrjar í januar.
Hetta merkir, at upptøkan av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya næstan tvífaldast til umleið 50 um árið.
##med2##
- Vit frøast um hetta stigið, sum nú verður tikið, tí tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum er stórur og vaksandi, og tað er okkara uppgáva at levera vøruna, sigur May-Britt Skoradal, sum er varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Ein stuttur filmur um lesturin á DHS er her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo