Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetur Føroya: Seinnapartin fingu vit ein ph.d.-ara aftrat, tá Inga Kristiansen helt eina sannførandi ph.d.-verju í Kongshøll.

- Tað er heilt fantastiskt!

Røddin á Ingu Kristiansen ljómar av lætta og gleði, tá vit ynskja henni til lukku við ph.d.-heitinum, sum hon fekk seinnapartin eftir væleydnaða verju í Kongshøll á Vestaru bryggju.

- Eg eri so glað fyri, at tað er liðugt, og eg gleði meg til at sleppa at granska víðari, sigur hon.

Frá klokkan 13 til umleið 16 stóð hon í andglettinum og vardi sina ph.d.-verkætlan um tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti, sum eru norðan fyri Føroyar. Reyðæti er tað vanligara slagið, og harumframt er eitt størri slag, sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini, tá rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt. Kannað er, hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki hjá havstreymum.

Eisini hevur Inga Kristiansen kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í sambandi við nøgdirnar av djóraæti, sjóvarhita og havstreymar. Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið, og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina.

Andmælingar tráðspurdu Ingu Kristiansen um ymisk viðurskifti. Annar var norski professarin, Hein Rune Skjoldal frá Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Bergen, hin Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science við University of Maine. Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum var forkvinna í ph.d.-próvnevndini.

Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnurgransking og Havstovuni.

Spurd hvat hon nú ætlar at gera sigur Inga, at hon ætlar at granska víðari.

- Vit hava nógvar aðrar skurðar at granska í føroyskum sjóøki, og tað fari eg nú at gera, sigur nýkosni ph.d.-arin.

Les meira og síggja fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo