Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Í Betesda mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum búgva í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum búgva í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra trúboðanararbeiði har.

Í 1970 fóru hjúnini Jonna og Hans Sivertsen til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin, í næstan hálva øld. Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og árið eftir, í 2018, flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr.

Fyri fáum døgum síðan kundi Hans Sivertsen hátíðarhalda sín 80 ára føðingardag, og millum gestirnar vóru tvey av børnum hansara, sum í dag føra verkið víðari í Grønlandið. Hesi eru Filip Sivertsen og Miriam Vang, sum saman við hjúnafelagum sínum virka í hvør sínum landsluti í hesum stóra landinum Grønland.

Filip og konan Ane, sum er úr Danmark, búgva í Nuuk, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin. Frá 2015 til 2017 vóru tey á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM í Onglandi, og fluttu síðan aftur til Grønlands at halda fram at virka fyri HARRAN har.

Miriam og Niels Vang fóru í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar, eftir at tey høvdu verið á bíbliuskúla hjá NTM. Tey búgva í dag í Tasiilaq, har ein lítil samkoma nú er, har møti eru hvønn sunnudag og hóskvøld umframt onnur tiltøk. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi.

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda, Klaksvík, mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane saman við Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo