Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur handað Hanna Bjartalíð, myndlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins 2024 fyri avrik síni.
Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:
Listin hjá Hanna hevur altíð verið serstøk og brotið upp úr nýggjum í føroyskum høpi. Bæði í sínum málariska og skulpturella úttrykki er Hanni Bjartalíð sín egin.
Verk hansara lýsa eina naivistiskt heimliga og humoristiska nostalgi og melankoli. List hansara er skemtingarsom, eyðkennilig fyri okkum øll og setur spurningar um lív og deyða á breddan.
Stóra træklótan, sum listprýðir atrium á Glasi, telist millum høvuðsverk hansara.
Fyri listaligu avrik síni fær Hanni Bjartalíð handað, Mentanarvirðisløn landsins 2024.
Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 kr., og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.
Les alla grundgevingina HER
Síggj heiðursfilm til Hanna Bjartalíð frá Jan Andersson HER
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo