Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Filmsfelagið sýnir tveir nýggjar filmar nú Fjølmentanarvika er í Havn. Filmurin mikudagin er úr Kina. Fyrri filmurin var úr Senegal.

Filmurin, sum Filmsfelagið vísir í Fjølmentanarvikuni, er úr Kina. Undir altjóða heitinum, Brief History of a Family, viðger leikstjórin Jianjie Lin avleiðingarnar av, at kinesisk hjún í tíðarskeiðnum 1979 til 2015 bert kundu fáa eitt barn. Nýggi kinesiski filmurin, sum er á mandarinmáli, verður sýndur við donskum undirteksti.

Heima, tykist tannáringurin Wei at liva eitt fyrimyndarligt lív í Miðstættarkina. Men millum veggirnar lúra ósagdar søgur um tey forrættindi, ið fylgja honum, einum einsamøllum barni, men eisini tey órímuliga høgu krøv, sum vælútbúni pápin og heimagangdandi mamman seta.

Tá Wei gerst vinur við floksfelagan Shuo, verða allar dyr verða latnar upp harheima. Shuo kemur á vitjan, og tey fáa innlit í lívið hjá einum klókum drongi, sum verður misbrúktur av einum alkoholiseraðum pápa, eftir at mamman er deyð. Gerandisdagurin hjá Wei verður lættari, nú Shuo er har. Tá pápi Shuo bráddliga doyr í eini vanlukku, sum kanska er ivasom, taka tey Shou til teirra at vera. Wei kemur nú eftir, at gamla trygga rúmið sum einasti sonur, verður hótt. Øvund og óvissa elva til eina røð av hendingum, sum flyta fjaldar loynidómar fram í livandi ljós og avdúka gamlar hendingar.

Brief History of a Family er ein kinesiskur filmur um húskið og fremmandgering í nútímans Kina. Leikstjóri er Jianjie Lin. Hann frumsýndi filmin á amerikansku Sundance filmstevnuni í ár, og síðan í Berlin. Virðisløn fyri bestu leikstjórn og besta nýggja listarliga íkast, fekk hann á filmstevnuni í Beijing í ár.

Filmsfelagið 30/10 kl 20:00: Blod og vand (Brief History of a Family, Jianjie Lin, Kina 2024 99 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo