- Eg vóni ikki at tað kemur hartil, men tað kann gerast neyðugt, segði Jenis av Rana millum annað í samrøðu við KVF fyrr í dag.
Fyri Jenis av Rana er nú málið komið hartil at Landsstýrið setir seg sjálvt yvir Løgtingið.
- So er tað ikki Ingilín D Strøm sum er ein trupulleiki, so er tað Landsstýrið og leiðarin í Landsstýrinum, sum er Løgmaður, um hann tekur og hyggur forbí at tað er so stórt stríð komið ímillum Løgtingið og Landsstýrið.
- Tað kunnu vit ikki liva við. Tað er stadigvekk Landsstýrið sum er undir Løgtinginum, og ikki umvent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo