FNU: Kommunurnar hava ábyrgd av at umsita náttúru- og umhvørvisøkir á skynsaman hátt, og kommunuvalið er ein upplagdur møguleiki hjá valevnum og listum at geva sítt boð uppá, hvussu tín kommuna kann gerast meira burðardygg og grøn at liva í.
Fyri at hjálpa borgarum at seta valevnunum røttu spurningarnar hevur FNU gjørt ein lista við evnum og spurningum, sum borgarar, fjølmiðlafólk og orðstýrarar kunnu nýta til samrøður við valevnir og til at seta spurningar á valfundum.
Á hendan hátt verður tað lættari fyri borgarar at velja valevnir, sum veruliga vilja gera mun fyri náttúruna og umhvørvið.
Spurnarblað
Um tú ivast í, hvørjir spurningar tú skalt seta valevnunum, so hava vit gjørt eitt spurnarblað, sum tú kanst taka støði í:
Vinarliga gevið gætur: Hetta er ein umfevnandi listi av spurningum, og tí er møguligt, at ikki allir spurningarnir hóska seg til allar kommunur.
Gott val!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo