Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

jazzygold: jazzygold er aftur við einum sterkum staklagi, ‘’ex-friends’’, nú fríggjadagin 25. oktobur. Hetta er sangurin fyri øll, ið hava lært upp á tann harða mátan, at vinabond kunnu vera meira sárandi enn kærleikssorg.

Sangurin er um vinir, sum tú helt, tú altíð kundi líta á. "ex-friends" er hátturin hjá jazzygold at kalla tey følsku vinaløgini út, tey, sum lótu hana standa eftir at savna leivdirnar. Sangurin er um svik, grøðing, og at innsíggja, at tey, sum standa tær nærmast, kunnu vera tey mest eitrandi.

Hetta er eitt lag fyri øll, ið hava lært á tann harða mátan, hetta er ein himpran hjá øllum, íð hava kent seg sviknan av fólkum, ið skuldu havt stuðlað tær. Men tað er eisini ein sangur um at taka valdið aftur, byggja seg sjálvan upp, og vita, at karma tekur sær av restini.

Um tú nakrantíð hevur verið svikin av fólkum, ið skuldu havt tína rygg, so er "ex-friends" tín nýggi heimssangur. At missa fólk kann ofta vera tað besta, ið kann henda—halt tín ring tryggan og veruligan.

2024 er sanniliga árið hjá jazzygold, og "ex-friends" er bert byrjanin.

Lurtað eftur lagnum her:
https://jazzygold.lnk.to/exfriends

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo