Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Heimskenda bókarøðin eftir C. S. Lewis um gandaheimin Narnia hevur hugtikið bæði ungar og vaksnar lesarar kring heimin, líka síðan tær komu út á fyrsti sinni í 1950’unum. Søgurnar siga frá frálíku upplivingunum hjá børnum, ið verða tveitt inn í eina aðra verð, har tey gerast partur av bardaganum millum tað góða og tað ónda. Leyvan Aslan og aðrar undurverdar verur hjálpa teimum í stóra stríðnum, ið krevur dirvi, treyst og sterkt vinalag.

Í 2005 sluppu føroyskir lesarar at uppliva stórfingnu ævintýrini um talandi djór og ferðirnar hjá børnunum inn í ein dreymaheim á føroyskum máli. Theodor Hansen týddi seks av teimum sjey bókunum úr enskum, meðan Carl Jóhan Jensen týddi Leyvuna, gívrina og klædnaskápið. Pauline Baynes myndprýddi. Bøkurnar eru innbundnar og eru ávikavist 180 og 150 blaðsíður.

Bókarøðin er týdd til 47 mál, og 120 mió. eintøk eru seld kring heimin. Søgurnar úr Narnia eru eisini gjørdar til bæði film og sjónvarpsrøð. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav allar sjey bøkurnar út á føroyskum millum 2005 og 2010.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo