BirkBloggur: Ferðing vindur uppá seg, siga tølini. Vinnan er í vøkstri. Samstundis sum tað elvir til nýggj filmisk upplivangarátøk, hoyra vit mótmæli frá Barcelona og av Kanarisku oyggjunum um, at tað er blivið so dýrt at búgva og liva á attraktivu ferðastøðunum.
Nú vanliga fólkið ikki skal ferðast, tí tað gevur so nógv útlát, er ein uppløgd loysn at sita heima og lata sjónvarp flyta teg til fremmand lond á filmi at uppliva støð og hendingar. Ikki minst, tá filmurin verður skorin sundur í átuligar partar til eksotiskan heimahugna. Filmur er nærvera á ein hátt, sum eingin annar miðil kann bjóða. Det lystfyldte nærvær, sum Otto Leisner, ið altíð vildi síggja glað fólk á skíggjanum, kallaði tað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo