Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin á Facebook: "HETTA MÁAR GRUNDARLAGIÐ UNDAN LANDSSTÝRISMÁLANEVNDINI"

Tað var greiða niðurstøðan hjá løgmanni, tá ein meiriluti av landsstýrismálanevndini í 2017 ikki fylgdi løgfrøðiligu ráðgevingini frá Løgtinginum.

Nú vit skriva 2024, so velur ein meiriluti av landsstýrismálanevndini at ganga ímóti løgfrøðiligu ráðgevingini frá Løgtinginum, og eisini tí, ið Landsgrannskoðarin sigur. Hetta eru stovnar, ið hava eftirlit við landsstýrinum.

Hvat heldur løgmaður nú, tá man ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini? Máar man grundarlagið undan landsstýrismálanevndini og teim eftlirlitsstovnum, ið vit hava?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo