FSF: Seint seinnapartin mánadagin kom føroyska A-landsliðið við kvinnum til Riga í Lettlandi, har Baltic Cup 2024 er á skránni í hesum døgum.
Umframt Føroyar og Lettland, eru Estland og Litava eisini við í kappingini, sum verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani einari finalu og dystinum um triðja plássið.
– Fyrst og fremst gleða vit gleða okkum til at møta Lettlandi, og vónandi fáa vit tveir góðar og væl spældar dystir burturúr hesari kappingini, sigur føroyski landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar spæla fyrra dystin í morgin, hósdagin klokkan 17:00, tá Lettland tekur ímóti á LNK Sport Park í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga. Fyrr á degnum møtast Estland og Litava.
Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld sunnudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo