Norðstreymoyar Javnaðarfelag: Fyri 50 árum síðani vóru tað góð fólk í Norðstreymi, sum tóku seg saman um at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag. Hetta verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Bygdarfelagshúsinum í Kollafirði nú fríggjadagin tann 25. okt. kl. 16.
Frammanundan var Javnaðarfelag í Vestmanna, men kolfirðingurin Jóannes á Kjalnesi helt at felag skuldi vera fyri alt Norðstreym og kallaði inn til at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag tann 18. okt. 1974.
Hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin, har skráin verður heilsan frá løgmanni, formanni Javnaðarfloksins, ein stutt framløga um Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Rigmor Dam og Helgi Ejdesgaard siga frá um bókaverkætlan um søgu Javnaðarfloksins, Signar í Homrum spælir og Elin Maria Olsen verður við harmonikuni. Eisini verður okkurt gott til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo