Nýggj tøl avdúka, at tað framvegis er vanligt í Danmark at smágentur niður í 9 ára aldur verða giftar burtur.
Skjøl sum Berlingske avdúkar vísa, at myndugleikarnir framvegis góðkenna giftur, har gentan er nógv yngri enn vanligt. Allar gifturnar hava tað í felag, at tær eru millum fólk við "ikki vesturlendskum uppruna".
Millum børnini, sum myndugleikarnir hava loyvt at vera verðandi gift, ella verða gift eftir at tey eru komin til Danmarkar, eru 13 sum eru 9 ár, 11 sum eru 10 ár, 17 sum eru 11 ár og 86 sum eru 13 ár, skrivar Berlingske.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo