Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Røðan “Ísrael er ljósið í miðeystri” er kosin ársins tala í Danmark í 2024. Røðan til endaorðaskifti fólkatingsins í mai mánaði fyrr í ár fekk nógva umrøðu og rós í tingsalinum og donskum miðlum.

Eitt nú segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrú, røðuna vera ta bestu, hon hevði hoyrt í danska fólkatinginum í árinum, og eisini uttanfyri landoddarnar vakti røðan ans.

Tað er felagsskapurin Danske Taler, sum á hvørjum ári savnar inn tilnevningar um ársins talu, og ein metingarbólkur útnevnir vinnaran. Áður hava millum annað Mette Frederiksen, Sofie Linde og Krúnprinsessu Mary vunnið heiðurin fyri talur, sum á serstakan hátt hava merkt almenna orðaskiftið.

Virðislønin verður handað fólkatingsmanninum til samkomu í danska høvuðsstaðnum hin 12 novembur í ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo