Hashem Safieddine varð hildin at vera favoritturin til leiðarapostin í yvirgangsfelagsskapinum Hizbollah, eftir at leiðarin seinastu 30 árini, Hassan Nasrallah, varð dripin av Ísrael í Libanon 27. septembur.
Men nú er eisini hann dripin, boðaði Ísrael frá á miðlinum X í gjárkvøldið.
Sambært Reuters tók Hashem Safieddine reelt við leiðsluni av Hizbollah, tá Hassan Nasrallah varð dripin, men formliga var hann ikki tilnevndur enn.
Beiggi Hashem Safieddine er umboðsmaður hjá Hizbollahs í Iran. Sonur hansara Rida er giftur við dóttir iranska herovastan Qassem Soleimani, sum doyði í einum amerikanskum dronuálopi í Irak í 2020.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo