Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú hevur danska stjórnin viðurkent, at hon síðan 1987 uttan heimild hevur pínt sínar skattgjaldarar við at noyða teir at gjalda pening til nakrar føroyskar flokkar. Ábyrgdina hevur fólkatingið, sum samtykkir donsku fíggjarlógina við føroyskum atkvøðum.

Tað er vert at minnast til, at eftir fólkaatkvøðuna 14. september 1946 slepti danska stjórnin sínum rætti til at krevja upp skatt í Føroyum. Samsvarandi hava vit ikki rætt til at áleggja donsku skattgjaldarunum at gjalda skatt til okkara. Vit hava okkara ting sum vit sjálvi fíggja. Danir hava somuleiðis sítt ting sum teir fíggja.

Áðrenn 1946-fólkaatkvøðuna høvdu danir uttan at spyrja føroyingar eftir gjørt av at vit skuldu seta umboð inn á danating og at danating skuldu leggja kostnaðin av hesum umboðum á sínar skattgjaldarar. Eftir at vit hava fingið einarætt at krevja upp skatt hjá okkum er púra burturvið at vit skulu pína danir við at teir skulu gjalda útreiðslurnar av okkara umboðum.

Men hvussu skulu vit sleppa burtur úr hesum hurlivasa? Tað kom greitt fram millum annað frá Jenisi av Rana. Hann segði sum rætt er at vit jú kunnu samtykkja eingi umboð at senda niður á danating.

Danir hava í sína grundlóg ásett at teirra ting hevur í mesta lagi 179 limir, og av teimum verða tveir valdir í Føroyum, hóast grundlógin sigur í síni fyrstu grein, at hon er galdandi fyri Danmarkar ríki. Føroyar eru ikki innan fyri danska ríkismarkið. Hetta veit danska skattavaldið eisini, tí tað sendir brøv til Føroya vísandi til at føroyingar ikki búgva í Danmark.

Tað er tí einki ið forðar einum løgtingsmeiriluta at samtykkja at vit einki val hava í Føroyum til danating. Hetta kemur at vera mikil sparing fyri okkum, tí sum er, eru tað vit sum hava allar útreiðslurnar av at hava hesi fullkomuliga óneyðugu val. So sluppu vit eisini undan at senda føroyingar niður at gerast samsekir í at 37 danskir hermenn seinastu fjórðingsøldina hava latið lív í fullkomuliga óneyðugum kríggjum, fíggjaði av okkara valdu umboðum.

Skoytir løgtingið ikki um at vit taka lut í danatingsvalunum, eru bert 177 eftir hjá donsku skattgjaldarunum at rinda fyri.

Annars er okkara grundlóg ikki tann danir fingu sær í 1953, men tann frá 18. januar 1814, og hon gevur okkum rætt til at skipa fyri øllum viðurskiftum. At sleppa okkum undan tí stríði og útreiðslum sum standast av umboðanini á danatingi hevði tí verið tað einasta rætta og í besta samsvari við okkara egnu grundlóg.

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo