Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nøvnini eru bæði virkandi politikarar og nýggj uppstillað. Listin skal verða fyri fólkið, siga tey.

Loyvi mær at skriva nakrar linjur.

Stigtakarin, av nýggja flokkinum, hevur havt tólv ár at koma í eygnahædd við fólkið. Eg kenni spælið innanífrá og veit hvat eg tosi um.

Verður hetta so nakað øðrvísi?

Latið tykkum ikki villleiða við lyftum um nakað, sum ikki er ella snýr seg um tykkum.

Eg skal ikki siga, at ikki til ber at leska onkrum við ítøkiligum gávum ella samtyktum, men sum heild haldi eg ikki politikkin snúgva seg um tykkum.

Trúvirðið hjá flokkinum.

Hvar eru evni og eginleikar til at dagføra eina umsiting, sum meira skal tæna fólkinum? Hvar eru royndirnar á økinum, - eru tær í formansskapinum?

Sjálvsagt kann ein ráðgeving keypast, men hon krevur sera gott politiskt tev, vitan og innlit í slík viðurskifti og leiðslu á høgum stigi.

Nei, býnum tørvar ikki stríðshanar ella eina blandaða forsamling á vaglinum, sum er at líkna við hønur, sum runnu inn í húsið í sólarmyrkingini. Tað er ikki nátt!

Sólin fór ikki niður og fleiri stevnuskráir rúmaðu uppstillaðu fólkunum.

Uttan at eg veit ella sigi nakað um fólkini á listanum - meira um tilgongdina.

At steðga gamla valdinum krevur trúvirði um tað nýggja. Og styrkin í felags fíggindum kann verða burtur líka so skjótt, sum fíggindin er fingin av vegnum – so mikið hevur søgan lært okkum. Hvussu verður støðan tá?

Býnum tørvar ikki hovsaloysnir, valdsstríð, myrkaspæl ella ivasom lyfti - men alljósan dag og virknar politikarar vegna okkum øll, ikki vegna valdsharrar.

--

Hetta niðasta brotið skrivaði eg fyri nøkrum døgum síðani í samband við annað evni, - tá meira um støðuna í heiminum. Hetta tykist nú eisini aktuelt á okkara mikrostøði.

Framtíðin eigur bara at snúgva seg um, hvussu vit í fólkaræðinum kunnu lýsa fólk og støður so væl, at ikki tey skeivu fáa valdið. Tað mugu eftirhondini finnast parametrar, kanningar, greiningar og lampur, sum kunnu ávara okkum tá valdshavarar- úlvar í seyðaskinni, manipulera fjøldina.

Vit mugu fáa fjølmiðlaútbúgvingina menta soleiðis, at tað í minni mun verður tíðindaflutningur, fólk, politikkur og greiningar - og í størri mun analysa av menniskjum, tess klókskapi og incitamenti ella drívmegi.

Politikkur er nógv meira álvarsamur, enn vit leggja fyri dagin. Tað snýr seg um okkara framtíð.

Eg skrivi ikki vegna meg sjálva, tí býráðsstarvið er ikki lukrativt, men illa betalt og strævið um tú fert inn í arbeiðið við eldhuga, vilja og sál vegna fólkið.

Hugsið tykkum væl um.

Bergun Kass
valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo