Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Meirilutin í Landsstýrismálanevndini hevur tikið avgerð um at biðja um at fáa ein kanningarstjóra settan, til at kanna málið um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Stýrisskipanarlógin sigur í § 38 stk. 2, at nevndin hevur heimild til at krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, men tað kann hon bara gera um nevndin hevur “illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið.”

So tá Landsstýrismálanevndin nú vil hava ein kanningarstjóra settan, so má tað sambært Stýrisskipanarlógini vera tí, at nevndin hevur illgruna um, at tann sum skal kannast, hevur gjørt okkurt óregluligt.

Enn hevur nevndin ikki sagt, hvat hetta óregluliga er, sum tey meta, at Ingilín D. Strøm hevur gjørt. Men hetta má nevndin upplýsa, tí annars hevur hon ikki heimild til at biðja løgtingsforkvinnuna seta ein kanningarstjóra.

Tað ber ikki til at seta ein kanningarstjóra at “kanna sakloysið” hjá einum landsstýrisfólki.

--- 

Úr Stýrisskipanarlógini:

§ 38. Løgtingið setur eina tríggja manna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.

Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmyndugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løgtingsmonnunum kunnu skrivliga seta fram sama krav.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo