Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-037/2024 frá Grími Sundstein, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um Avleiðingar av skattaumskipanini.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra greining av, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt fyri tey, ið arbeiða uttanlands? 

Svar
Skattaumskipanin, sum varð samtykt í fjør, hevði til endamáls at lækka inntøkuskattin og taka burtur skattligar fyrimunir við at arbeiða á sjónum ella uttanlands, í mun til at arbeiða á landi í Føroyum. Tá ið landið í størri mun javnsetur skattligu treytirnar hjá føroysku arbeiðsfjøldini og yvirskipað minkar um inntøkuskattin, minkar tað um skeiklingina av inntøkuskattinum og eggjar til, at føroyska arbeiðsmegin verður betur gagnnýtt.  

Inntøkuskatturin er lækkaður í ár og lækkar aftur í 2025, meðan broytingarnar fyri føroyingar, sum arbeiða á sjónum ella uttanlands henda fram til 2026. Fíggjarmálaráðið gjørdi í sambandi við viðgerðina av umskipanina greiningar, sum vístu hvussu ymsu bólkarnir fóru at verða ávirkaðir.   

Enn er skattaárið 2024 ikki liðugt. Harafturat skulu avleiðingar av skattabroytingum síggjast yvir tíð, tí flestu avleiðingarnar av slíkum bygnaðarligum broytingum henda, so hvørt sum fólk leggja lívið til rættis og taka støðu til starv, arbeiðstíð, útbúgving og so framvegis.    

Tí er tað ov tíðliga til at gera ítøkiligar metingar um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands.  

Frameftir eigur at verða arbeitt við, hvussu inntøkuskatturin ábyrgdarfult kann lækka enn meira, so tað ikki heldur fólki og fyritøkum aftur í at arbeiða – bæði í Føroyum og uttanlands.   

Tinganes, 21. oktober 2024  
Ruth Vang  
landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo