Tað sær eitt sindur forkunnugt og serligt út, tá ið 10 bingjubilar fara koyrandi eftir vegnum - hvør við 27 tonsum av frystum pelagiskum fiski sum skal av landinum og sendast til Fjareystur.
Sambært stjóranum í Faroe Ship, Boga P. Nielsen, so hevur frysti pelagiski fiskurin verið á goymslu í Klaksvík.
Hetta var kortini ikki allur flotin hjá Faroe Ship, tí felagið hevur 24 sovorðnar bilar, sigur stjórin.
Myndirnar vórðu tiknar fyrrapartin. Myndamaður: Ólavur Frederiksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo