Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frá vinstru: Ben Arabo - stjóri í Framtak og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Amir Yavniely - stovnari og stjóri í FiiiC, Tórheðin Jónsveinsson Jensen - marknaðarstjóri í Varðanum og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Robert R. Sivertsen - arbeiðsfelagi í FiiiC.

FiiiC – Faroe Islands Israel Innovation Center (fiiic.com) - varð sett á stovn í September í fjør, í samstarvi við føroysku sendistovuna í Ísrael, og hevur til endamáls at menna sambond millum Føroyar og Ísrael fyri at styrkja tøkni- og handilsvinnu. Ísrael hevur umfatandi kunnleika innan KT og matframleiðslu, sum kunnu koma føroyska vinnulívinum til góðar.

Á vitjan í Føroyum hevur FiiiC toymið møtt fólki í føroysku tøkni- og handilsvinnuni, har tey millum annað hava lært um avbjóðingar innan matframleiðslu í Føroyum, millum annað at nærum alt grønmeti og frukt verður innflutt. Amir Yavniely, stovnari og stjóri í FiiiC, setti sær fyri at arbeiða fyri at loysa avbjóðingarnar innan matframleiðslu og matvørutryggleika í Føroyum, við at menna ísraelska tøkni innan landbúnað í Føroyum.

FiiiC hevur ment sterk sambond við vakstrarhús í Norðurísrael ið arbeiðir við sergrein innan Hydroponic, Aquaponic og onnur háttaløg innan landbúnað (farmnco.com).

Byrjunarkanningar vísa, at grundarlag er at fara undir vinnuligt virksemi innan hetta økið í Føroyum. Hetta kann økja munandi um føroyska framleiðslu av grønmeti, frukt, soppum, fóðri o.a. Endamálið er at skapa eitt gott og burðardygt vinnugrundarlag, samstundis við at økja um úrvalið av stuttfluttum føroyskum vørum.

Frá vinstru: Ben Arabo - stjóri í Framtak og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Amir Yavniely - stovnari og stjóri í FiiiC, Tórheðin Jónsveinsson Jensen - marknaðarstjóri í Varðanum og limur í ráðgevandi nevnd í FiiiC, Robert R. Sivertsen - arbeiðsfelagi í FiiiC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo