MEA: Fyri fyrstu ferð nakrantíð, hevur Nordea-fonden stuðlað einari verkætlan í Føroyum. MEA skal tey komandi 2 árini kanna, hvønn týdning relatiónin milum foreldur hevur á trivnaðin hjá barninum.
Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, vísir á, at tað, sum tey ynskja við hesari verkætlanini, er at styrkja um trivnaðin hjá barninum við at menna føroyskt tilfar, ið skal nýtast í arbeiðinum, at stimbra parlagið, tá ið tvey blíva til trý. Tað er ikki parlagið í sær sjálvum, sum er snúningsdepilin, men relatiónin millum tveir partar, og tann sannroynd, at tað er eitt barn, hvørs trivnaður er beinleiðis ávirkaður av góðskuni av relatiónini millum foreldur.
- Við at byggja víðari á mammubólkarnar, sum vit í Føroyum kenna so væl, síggja vit møguleikan fyri at víðarimenna eitt tilboð, ið vendir sær til bæði foreldrini. Henda verkætlan gera tað natúrligt, at samtalan í bólkunum, umframt at snúgva seg um eitt nú føðing og foreldraleiklut, eisini fer at fevna um parlag og foreldraleiklut. Við verkætlanini ynskja vit at framleiðia føroyskt tilfar við kanningum, ið taka støðið í føroyskum viðurskiftum.
Verkætlanin fevnir yvir tey komandi 2 árini, og sum partur av úrslitinum verður framleidd vitan, undirvísingartilfar og ítøkilig amboð til barnafamiljur og fakfólk.
Verkætlanin byrjar við einari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum verður 3. mai., har Tea Trillingsgaard, PhD og lektari í menningarsálarfrøði á Aarhuus Universiteti luttekur saman við Mattias Stølen Due, stjóra í Center for Familieudvikling og Søren Marcussen, leiðara fyri familjudeildina á Center for Familieudvikling.
Nordea-fonden stuðlar verkætlanini við 730.952,00 kr., umframt at vinnulív í Føroyum eisini hevur stuðlað verkætlanini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo