Byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors) handaði týsdagin umfatandi útbyggingina av smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Norðtoftum. Stjórin í KJ, sum er partur av samtakinum, er væl nøgdur við gongdina og samstarvið í samtakinum, og hjá Bakkafrost eru tey væl nøgd við úrslitið.
Kostnaðarætlan hevur hildið, og støðin er avhenda til tíðina sum avtala. Tað er niðurstøðan, nú stóra útbyggingin av smoltstøðini hjá Bakkafrost á Norðtoftum er liðug og varð handað eigaranum.
Tað er byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), sum hevur staðið fyri byggingini, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroyskir veitarar eru gingnir saman í eitt samtak at standa fyri einari stórari byggverkætlan í alivinnuni. Tann sveinaroyndin er væl og virðiliga staðin, staðfestir Viggo Johannesen, stjóri í KJ á Kambsdali, sum er næststørsti veitarin í samtakinum.
- At byggja eina smoltstøð í hesi støddini er ein umfatandi verkætlan, og við hesum leistinum, har uppgávan er loyst í einum samtaki, er føroyska vinnan blivin nógvar royndir ríkari. Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið, tá tað snýr seg um bygging í alivinnuni, sigur hann.
Kanjon er størsti veitarin í NAC-samtakinum, sum umframt KJ eisini telur fyritøkurnar Kaas Industribyg, TTS og RV Tøkni.
Á Bakkafrost eru tey stak væl nøgd við útbyggingina og alt arbeiðið, sum gjørt er. Helvtin av teimum 12.000 rúmmetrunum, sum útbyggingin fevnir um, varð longu tikin í nýtslu um ársskiftið, og nú alt er liðugt, verður smolt sett út í hinar 6.000 rúmmetrarnar beint eftir páskir.
- Um tað er samtaksleisturin, sum hevur æruna av, at alt er gingið so væl, tað veit eg sjálvandi ikki, men tað er hugsandi, at veitararnir hvør sær kenna størri ábyrgd fyri eini verkætlan, tá teir allir eiga hana í felag, í staðin fyri at ein høvuðsveitari stendur fyri henni og síðan fær sær undirveitarar. Í hvussu er hevur hetta avgjørt riggað væl, og vit høvdu ikki verið bangnir fyri at farið undir eina byggiverkætlan eftir sama leisti aftur, sigur Rúni Olsen, leiðari fyri landalingina hjá Bakkafrost.
Eftir útbyggingina er kapasiteturin á smoltstøðini á Norðtoftum nú umleið 18.000 rúmmetrar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo