Árið í fjør hepnaðist væl hjá Faroe Origin sum hevur heimstað í Fiskivinnuhavnini í Saltangará.
Avlopið var 10,2 mió kr sum skal samanberast við hall uppá 3,8 mió kr árið frammanundan og annars eitt miðalavlop síðani 2011 uppá minus 6,2 mió kr.
Bruttovinningurin minkaði nærum 8 mió kr, men eisini starvsfólkakostnaðir, avskrivingar og útreiðslur til rentur minkaðu, tí hilnaðist árið samanumtikið betri.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at "undir givnu fortreytunum metir leiðslan at ársúrslitið er nøktandi".
Lagt verður afturat, at gongdin í 2023 og frameftir kann fáa stóra ávirkan á støðisognina, bæði tað meteriellu og immateriellu, tí hon er við árslok 2022 bókað til 125 mió kr, harav skip, veiði- og fiskiloyvi eru ásett til eitt virði á 79 mió kr.
Um framtíðina annars verður sagt, at heildarveiðan hjá trolarunum var tann minsta nakrantíð. Men prísurin var góður.
- Minkandi nøgdirnar eru ein avbjóðing, tí nøgdirnar eru ov smáar til støðuga framleiðslu, sum er avgerandi fyri at fólkið skal støðast. Tí má felagið útvega sær ein størri part av rávøruni frá øðrum veitarum, bæði innan- og uttanlands.
Fíggjarstøðan hjá Faroe Origin javnvigaði við 177 mió kr, harav eru 13 mió kr eginpeningur.
Jens Pauli Petersen er stjóri.
Høvuðspartaeigarar eru Framherji í Fuglafirði, Varðin í Syðrugøtu og Súlur í Fuglafirði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo