Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Sølan frá 3. til 4. ársfjórðing veksur aloftast vegna jólasøluna, og seinasta ár var heldur einki undantak. Sølan í føstum prísum var harafturímóti lægri í øllum vørubólkum 4. ársfjórðing 2022 í mun til sama tíðarskeið í 2021. Sølutølini benda tó á, at hóast prísvøksturin hevur verið størstur á matvørum, so gongur hetta mest útyvir søluna hjá klædna- og skógvahandlum.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri 4. ársfjórðing í fjør. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'. 

Frá november 2021 til november í fjør var prísvøksturin 10,1%. Hetta er størsti árligi prísvøkstur í nógv ár, og eins og fyri 3. ársfjórðing í 2022, so ávirkaði hetta eisini søluna fyri 4. ársfjórðing í fjør. 

Prísir á 'mati og drykkjuvørum' hækkaðu 13% frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Verður sølan gjørd upp í ársins prísum, var hon 4% hægri hetta tíðarskeiðið. Draga vit prísvøksturin frá, so fæst virðið á mongdini av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum á 'mati og drykkjuvørum' var 8% lægri hetta tíðarskeiðið. Hetta vil siga, at hóast virðið á søluni er hækkað frá 4. ársfjórðingi 2021 til til 4. ársfjórðing 2022, so er mongdin av seldum vørum lækkað 8%. 

Slaka sølan samanborin við undanfarin tíðarskeið er eisini galdandi fyri vørubólkin 'húsbúnað og húsarhaldsútgerð'. Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 13% frá 4. ársfjórðingi í 2021 til 4. ársfjórðing í fjør. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið var nakað tað sama sum árið fyri, men umroknað til fastar prísir lækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 12%.

Søla av 'klædnavørum og fótbúnaði' er eisini merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er vaksin 4%, so er sølan í ársins prísum fallin 5%, meðan sølan í føstum prísum er lækkað heili 9% undanfarna árið.  

Samanumtikið kann sigast, at prísvøksturin innan smásøluvørubólkarnar hevur verið størstur í bólkinum ‘matur og drykkjuvørur’. Kortini lækkaði sølan innan ‘mat og drykkjuvørur’ væl minni enn prísvøksturin var á hesum vørubólki. Hinvegin hækkaðu prísir á ‘klæðum og fótbúnaði’ ikki eins nógv og á ‘mati og drykkjuvørum’, meðan sølan á ‘klæðum og fótbúnaði’ lækkaði nógv. Hetta kundi bent á, at 4. ársfjórðing í fjør raðfestu føroyingar heldur at keypa dýrara matin til jóla enn nýtt jólastás. 

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo