MEST: Austraulska tíðarritið Baird Maritime skýrdi í grein fríggjadagin Grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.
Grønarók vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”. Grønarók var latin Bakkafrost í september í fjør.
Í greinini verður nevnt at 100% eldrivna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er bygd í Føroyum, er sera virkisfør og effektiv.
Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum og er bílig í rakstri og kann nýtast til ymiskar uppgávur.
Hon hóskar sera væl til tað krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hon fer at arbeiða í.
Áhugavert, at ein tvíkilja bygd í Føroyum, fær umtalu so langt burturi.
Her sæst greinin: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo