Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Runavíkar Havn: Ongantíð áður hevur Runavíkar Havn fingið so nógvar cruise-bíleggingar sum í ár og næsta ár.

Flestu skipini vitja Kongshavn, á Skálafjørðinum, meðan tríggjar vitjanir verða í Elduvík og Funningi. Umborð á skipunum eru millum 100 og 2800 ferðandi umframt manning, sum telur millum 75 og 1100.  

Størsta skipið, ið vitjar Kongshavn í ár, er heili 300 metur langt við umleið 4.000 fólkum umborð. Talan er um skipið Nieuw Statendam frá reiðarínum Holland America Line, sum vitjar sunnudagin 3. septembur. Sum nakað nýtt hava trý av ferðamannaskipunum, ið vitja í summar, bílagt bryggjupláss í tveir dagar. Hetta verður spennandi at royna og letur upp fyri enn fleiri møguleikum. 

Skipini, sum vitja í Elduvík og í Funningi eru sokallað rannsóknarskip, sum ikki hava so nógv ferðafólk umborð og sum leggja seg eftir at vitja smáar havnir. Skipini liggja fyri akker, meðan ferðafólkini koma í land við skjóttgangandi gummibátum. Seinnu árini hava fleiri slík skip vitjað ekspeditiónsferðamálini í kommununi. Talið av ferðamannaskipum, ið vitja smærru bygdirnar norðanfyri, er avmarkað til 3 um árið. Royndirnar í Elduvík og Funningi hava verið góðar, og ætlanin er sum frálíður at taka ímóti ferðamannaskipum í øðrum bygdum í kommununi eisini. 

Runavíkar Havn fyrireikar vitjanirnar í summar í tøttum samstarvi við Visit Runavík, umboðsfeløgini, føroysku túrsmiðirnar, útlendsku reiðaríini, lokalu fólkini og aðrar veitarar. Runavíkar Havn leggur, saman við Visit Runavík og Runavíkar kommunu, stóran dent á at tryggja sosiala burðardygd tá tikið verður ímóti ferðamannaskipum í kommununi. 

Síðst í mars luttekur Runavíkar Havn, saman við øðrum føroyskum veitarum, í heimsins størstu ferðaskipastevnu í Florida. Bíleggingarnar fyri 2024 eru longu eins nógvar í tali sum fyri 2023, so talið av cruise-vitjanum fer helst at økjast komandi árini. Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á Cruisekalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar Havn - https://portofrunavik.com/cruise-calls

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo