Visit Faroe Islands: Á hátíðarhaldi fyri Ambassadørum hjá Visit Faroe Islands á Tjóðsavninum í Brekkutúni hósdagin 16. mars vórðu heiðrar latnir Ársins Ambassadøri, Ársins Ambassadørátaki og ein Serligur heiður.
Ársins Ambassadørur gjørdist Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling fyri stóru ráðstevnuna um Sealice. Heiðurin fyri Ársins Ambassadørátak fekk Marnar Fríðheim Kristiansen fyri ANCR Symposium, sum snýr seg um Krabbameinsskráir. Ársins serligi heiður fór til Eydnudeildina fyri Eydnu Cup, sum varð hildin á fyrsta sinni í páskavikuni í fjør.
Ambassadørnetverkið, sum varð stovnað 18. mars 2016, telist umleið 150 fólk. Tey sita øll í altjóða nevndum og feløgum, sum hava møguleika fyri at fáa fundir og ráðstevnur til Føroya.
Vinnuferðandi leggja nógvan pening eftir seg, og eru tey, sum í stóran mun eru innandura og nýta hotel og ráðstevnuhøli um dagarnar. Eisini ferðast tey ofta um heystið, veturin og várið og eru tí bara til gagns fyri alla ferðavinnuna.
Incredible Impact
Á Ambassadørdegnum var vitjan av Dr. Rob Davidson frá fyritøkuni Mice Knowledge. Harumframt er hann granskari, nógv nýttur fyrilestrarhaldari og undirvísari á fleiri universitetum í Europa. Hann tosaði millum annað um týdningin av, at ráðstevnur hava eina breiðari ávirkan á eitt land og ein bý, soleiðis at hon ávirkar positivt. Eitt gott dømi um hetta er ráðstevnan Football is Medicine, sum var í Føroyum í januar 2020. Hendan ráðstevnan fekk stórfingna virðisløn fyri sítt ‘Incredible Impact’ á heimsráðstevnuni fyri ráðstevnur í Krakow í November í fjør. May-Britt Skorðadal hevði eisini eina framløgu um júst hesa ráðstevnu á degnum, og hvussu hon enn hevur eitt ‘impact’ / ávirkan.
Ítrótturin skarar framúr
Á degnum verður altíð varpað ljós á avrikini hjá Ambassadørunum í farna ári. Ítrótturin við øllum sínum mongu kappingum skarar framúr, har Fótbóltssambandið stendur fyri um einum fjórðingi av øllum, sum Ambassadørnetverkið í felag dregur inn til Føroya. Teimum á baki kom Flogbóltssambandið við serstakliga stórum virksemi í fjør og síðani Hondbóltssambandið og annar ítróttur.
Ráðstevnur
Ráðstevnuárið 2022 var eisini eitt gott ár. Ein stór orsøk til hetta var, at fleiri ráðstevnur vóru útsettar undir koronu og vóru tískil í 2022. Harímillum var Sea Lice ráðstevnan hjá Fiskaaling ein av hesum.
Hæddarpunktið á degnum var sjálvsagt heiðrarnir, har ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak vórðu kosin, umframt at eitt serligt heiðursbræv bleiv handað. Tað vóru umboð fyri Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu og Visit Faroe Islands, ið valdu ársins ambassadør og ársins ambassadørátak, og sum valdu at lata serliga heiðursbrævið. Tað var Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sum handaði heiðrarnar á kvøldinum.
Ambassadør: Jóhanna Lava Køtlum frá Fiskaaling
Grundgeving frá Dómsnevndini:
Jóhanna Lava Køtlum er stjóri á Fiskaaling og hevur drigið stóru ráðstevnuna 13th International Sea Lice Conference til Føroya. Ráðstevnan varð hildin 9-13 mai í 2022, men átti at verið hildin 2 ár frammanundan. Seinkingin var sjálvandi orsakað av koronu. Jóhanna saman við Fiskaaling loftaði longu koronu bíðitíðini við at skipa fyri væleydnaðari ráðstevnu á netinum í september 2021, har fleiri enn 800 fólk luttóku, og har møguleiki var fyri at bera fram granskingarúrslit.
Á stórslignu ráðstevnuni, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum í fjør, vóru 240 luttakarar. Hetta stóra tal skal síggjast í ljósinum av, at korona enn var útbreitt, og at fleiri fólk hava verið á teirra Youtube kanal og hugt eftir fyrilestrum.
At fáa føroyska gransking út í heim og at fáa altjóða gransking innan fiskaaling til Føroya er eitt av hennara aðalmálum, og hevur Jóhanna á henda hátt sett Føroyar á heimskortið hetta granskingarøki.
Ársins Ambassadørátak: Marnar Fríðheim Kristiansen
Grundgeving frá dómsnevndini:
Marnar Fríðheim Kristiansen fær heiðurin sum Ársins Ambassadørátak 2022 fyri ráðstevnuna Symposium of the Cancer Registries 2022, sum varð hildin á Hotel Føroyum. Ráðstevnan varð hildin 14-16 September og 155 luttakarar vóru til hana.
ANCR symposium er ein árlig afturvendandi ráðstevna, har gransking innan krabbameinsskráir í Norðanlondum verður løgd fram. Vanliga skiftur ráðstevnan ímillum Norra, Danmark, Svøríki, Ísland og Finland, men hesaferð var hon hildin í Føroyum. Hon hevur verið í Føroyum einaferð fyrr, fyri áleið 12 árum síðani, tá Danmark brúkti sítt tørn í Føroyum. Tað var eitt væleydnað tiltak, har nógv sera spennandi gransking varð løgd fram, og tað var møguligt at netverka við granskarar frá hinum Norðanlondunum.
Marnar var skjótur at koyra hondina upp, tá hann fekk møguleika fyri tí, og fekk ANCR symposiið til Føroya. Hann skipaði fyri eini spennandi ráðstevnu við einum góðum og djørvum sosialum programmi, har tey ma. Stevndu út í Nólsoyarfjørð við seglskipum og fingu galladøgurðan úti í Nólsoy.
Serligur heiður: Eydnudeildin fyri Eydnu Cup 2022
Grundgeving frá Dómsnevndini:
Serligi heiðurin verður í ár givin fyri eitt tiltak, sum á serligan hátt er fevnandi.
Eydnudeildin í Føroyum er ein framúrskarandi felagsskapur, ið er til gleði og íblástur fyri mong. Eydnu Cup 2022 var fyri fyrstu ferð hildin í Føroyum í Sundalagnum í Páskavikuni, og hevði umframt føroysku luttakararnar eisini eitt stórt tal av luttakarum úr Danmark.
Tað hevur ein ótrúliga stóran týdning, at øll hava sama møguleika fyri at íðka ítrótt og verða partur av einum felagsskapi. Tað er gott og fantastiskt at vinna í altjóða kappingum, men ítróttur snýr seg um so nógv annað. Um gleði, samanhald, virðing, stuttleika, vinarlag og kroppsliga heilsu.
Tað er gleðiligt, at børn sleppa at spæla í Eydnudeildini og eisini at kappast við onnur lond.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo