Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SMS-samtakið: Ársúrslitið hjá SMS-samtakinum, P/F SMS, var góðar 12 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Tað er umleið 20 milliónir krónur minni enn í 2021 – svarandi til eina minking á 60 prosent.

- Eingin sleppur undan inflatiónini – heldur ikki okkara samtak. Vit kunnu bert vóna, at henda prísflóðin, sum skolar inn yvir heimin í løtuni, fjarar skjótt aftur, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðspartaeigari í SMS-samtakinum.

Hann vísir á, at henda myndin verður uppaftur klárari, tá hugt verður at umsetninginum hjá SMS-samtakinum í fjør. Umsetningurin øktist 40 milliónir krónur – úr 606 milliónum krónum í 2021 upp í 646 milliónir krónur í 2022.

- Samanumtikið hava vit sostatt selt fyri 40 milliónir krónur meira, samstundis sum úrslitið er minkað 20 milliónir krónur. Henda støðan er hvørki hugalig hjá kundum ella fyritøkum, staðfestir Niels Mortensen.

280 ársverk eru í SMS-samtakinum. Tá ið starvsfólkahópurin verður gjørdur upp eftir starvsbrøki hjá ymisku starvsfólkunum, so svarar tað til umleið 780 fólk á lønarlistanum hjá samtakinum. Høvuðsvirksemið hjá SMS-samtakinum er Miklagarður, Bónus-handlarnir kring landið, Mylnurnar, Dvøljan og Miðlon.

Raðfesta umhvørvið
Stjórn og nevnd hava seinnu árini arbeitt miðvíst fyri at tillaga SMS-samtakið til eitt umhvørvisvinarligt virkissamtak.

SMS er um at vera liðugt at útfasa t.d. køli- og frystiútgerð, sum brúkar skaðandi evnið freon. Hitin, sum kemur frá køliskipanini, verður endurnýttur at hita bygningar, og higartil er henda skipanin við avlopshita farin at virka í meira enn helvtini av samtakinum. SMS var fyri nøkrum árum síðani eisini knýtt upp í fjarhitaskipanina. Led-perur verða brúktar, og eldri køliútgerð verður skift út til køliútgerð við hurðum og lúkum fyri at spara orku.

Mataroyðsl hevur eisini høga raðfesting hjá SMS-samtakinum, sum roynir at stýra innkeypinum so neyvt sum møguligt eftir tørvinum hjá kundunum. Um ov nógv verður keypt inn, verður tað selt fyri tilboðsprís so skjótt sum gjørligt, og kundin fær tá møguleika at fáa bíligar matvørur í góðari tíð fyri seinasta nýtsludag.

Samfelagssinni er týðandi
SMS-samtakið er vorðin ein lutfalsliga stórur leikari í føroyska samfelagnum. Samtakið sær tað tí sum sína skyldu at vísa samfelagssinni – at bera samfelagnum aftur.

Samtakið stuðlar ítrótti, frítíðarlívi og øðrum samfelagsgagnligum átøkum. SMS-samtakið læt 2,5 milliónir krónur til ítrótt og onnur samfelagsgagnlig endamál í 2022.

Í nevndini í P/F SMS sita Christian Andreasen, formaður, Mogens Nielsen fyri NM Holding, umframt Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P/F Farcod.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo