Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men møguliga fer okkurt út fyri páskir. Átta frystilínuskip eru til fiskarí. Fimm fiska í føroyskum sjógvi, eitt í íslendskum og tvey í grønlendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðrið verður hampuligt tað mesta av vikuni, men av tí at páskirnar stunda til, so verður væntandi ikki so nógvur útróður.  Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu. Hann væntast fyrst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Flestu pørini eru til fiskarí og flestu teirra landa fyri páskir. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga  longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi. Fiskaríið er smáligt.

Bara tveir trolbátar eru úti, men helst fara allir út leygarkvøldið, tá I-kassin letur upp. Vit rokna við at allir koma at landa í vikuni. Teir fáa vanligvís mest av toski í I-kassanum og so nakað av hýsu og flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er ójavnt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo