Kemilux: Maskinhandilin, sum Skálafjarðar Málingahandil Sp/f við Hilmari Nielsen saman við Niels Jacob Nielsen og Petur Olaf Rasmussen higartil hava átt, hava í dag gjørt avtalu við Kemilux P/F.
Avtalan merkir, at Kemilux P/F í dag er vorðin meirilutaeigari í Maskinhandlinum Sp/f í Saltangará, meðan Skálafjarðar Málingahandil framyvir verður minnilutaeigari.
Debes Petersen, stjóri í Kemilux P/F og nú eisini stjóri í Maskinhandlinum Sp/f sigur, at Maskinhandilin passar væl inn í framtíðarætlaninar hjá Kemilux, har handilin røkkur vinnukundum og privatkundum kring alt landið.
Maskinhandilin er ein fyritøka, sum hevur havt eitt dygdargott vøruúrval og eina góða tænastu í Eysturoynni. Vit ynskja at økja og betra um vøruúrvalið, eisini við vørum frá Kemilux, umframt at vit ynskja at betra okkara tænastu til kundar kring alt landið.
Í næstum kemur Maskinhandilin at seta nýggjan handilsleiðara, sum saman við leiðsluni skal menna um framtíðar úrvalið og tænastustøðið hjá handlinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo