Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiska mest av toski, hýsu og longu og kemur at landa í vikuni. Væntandi fer okkurt línuskip avstað í næstum. Seks frystilínuskip eru til fiskarí. Trý fiska í føroyskum sjógvi, tvey í íslendskum sjógvi og eitt í grønlendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Helst fer okkurt frystilínuskip avstað skjótt.

Streymurin verður góður alla vikuna. Veðrið verður skiftandi, so helst verður nakað av útróðri hjá teimum størru bátunum, meðan teir smærru fáa ikki nógvar útróðradagar í vikuni. Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu. Hann er nýliga byrjaður, so tí vænta vit ikki, at hann landar í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Tey flestu pørini eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga  longu og so nakað av toski, hýsu og hvítingi. Fiskaríið kundi verði betri.

Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum.  

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo