Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bara tveir trolbátar eru til fiskarí. Teir fiska báðir havtasku og landa í vikuni. Tvey garnaskip fiska svartkalva, eisini tey fiska havtasku og eisini hjá teimum er fiskaríið brúkiligt. Og tey fara øll at landa í vikuni, skrivar Fiskamarknaður Føroya.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu. Hann landar fyrst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva og so er ein á beding.

Jákup Sverri kemur at landa mikudagin. Hann fiskar á Føroya Banka.

Tey flestu pørini eru til fiskarí og okkurt teirra landar í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga tosk, longu, hvíting og hýsu. Fiskaríið kundi verði betri.

Streymurin verður harður alla vikuna. Veðrið verður brúkiligt um vikuskiftið, men so sær út til at tað verður nakað av vindi av eystri restina av vikuni. Vit rokna tí við nakað av útróðri um vikuskiftið, men restina av vikuni verður lítið av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí og so eru tvey úr bólki 4 eisini til fiskarí. Tey fiska mest av hýsu og toski. Vantandi landa øll í vikuni.

Øll uttan tvey frystilínuskip eru til fiskarí. Trý fiska í føroyskum sjógvi og fimm í íslendskum sjógvi. Okkurt kemur at landa í vikuni. Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo