Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smyril Line: Smyril Line hevði ársaðalfund á Hotel Hafnia í dag. Á fundinum varð ársfrágreiðingin fyri 2022 løgd fram.

Árið 2022 var eitt merkisár, har Smyril Line hátíðarhelt 40 ára stovningardagin. Smyril Line varð stovnað tann 1. november 1982. Í 1983 varð ferjan Gustav Vasa keypt og navngivin Norröna og sett í sigling.

Hesi 40 árini hava verið merkt av stórari menning innan ferðavinnu og farmaflutning.

Vit á Smyril Line hava átt ein leiklut í hesi menning og ynskja framhaldandi at arbeiða við at veita tryggar og góðar flutningsloysnir til ferðafólk og farm.

Í februar 2022 vórðu allar korona avmarkingar tiknar burtur. Tá kom aftur gongd í søluna av ferðaseðlum, ið kom aftur á sama støði sum áðrenn farsóttina.

Áleið 75% av søluni hjá Smyril Line til ferðafólk er av evropeiska meginlandinum. Størsti parturin av teimum ferðandi eru týskarar, danir, fraklendingar og hálendingar. Áleið 5% av søluni er í Íslandi og 20% í Føroyum.

Farma- og ferðafólkavirksemið hevur sum heild hilnast væl. Siglingarætlanirnar eru broyttar fyri at fáa ein meira skynsaman rakstur, og til gagns fyri umhvørvið.

Stríðið í Evropa hevur havt við sær, at rutur eru niðurlagdar og nýggjar rutur byrjaðar. Broyting í ferðaætlanum, skipan av siglingarætlanum og betri gagnnýtsla av okkara útgerð hava spælt ein høvuðsleiklut í at betra um okkara útreiðslugrundarlag og minka um okkara umhvørvisárin.

Rakstrarúrslitið (EBITDA) var 201 mió. samanborið við 119 mió. í 2021. Úrslitið fyri 2022 vísti eitt yvirskot á 77 mió. eftir skatt, samanborið við 15 mió. í 2021. Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 612 starvsfólk.

Søluútlitini í 2023 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Útlitini eru tengd at óvissum viðvíkjandi rentu- og oljukostnaði, inflatión og politiskum óvissum.

Smyril Line rindar onki vinningsbýti fyri 2022.

Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Arne Joensen vórðu afturvaldir í nevndina. Harumframt varð Helga á Borg vald í nevndina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo