Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í dag var ein søguligur dagur í søguni hjá Vága Floghavn. Fyri fyrstuferð nakrantíð lendi eitt rutuflogfar frá SAS í Vágum og tað helt leiðina aftur til Keypmannahavn kl. 11.10

Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á Føroyaleiðini ímillum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006.

Felagið væntar, at kappingin fer at gagna brúkaranum, og tryggja eina enn betur tænastu, betur treytir og enn betur prísir til Keypmannahavnar og víðari út í heim hjá teimum sum hava tørv á tí.

”Tað er ikki nøkur loyna at leiðslan í Vága Floghavn síðan 2012 hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri feløg til at flúgva uppá Føroyar. Vit meta at marknaðurin er stórur nokk til fleiri flogfeløg at kappast og vit arbeiða víðari við at fáa enn betur beinleiðis flogsamband ímillum Føroyar og Europa”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo