Vága kommuna: Leiðarin, Jákup Olaf Johannesarson, hevur tikið avgerð um, at siga seg úr starvi sum leiðari í Ungdómshúsinum, frá 01. apríl 2017 at rokna.
Kommunan hevur í hesum sambandi gjørt av at leggja virksemið í Ungdómshúsinum saman við tí í Frítíðarskúlanum, so Linda Heinadóttir, leiðari í frítíðarskúlanum nú eisini verður leiðari í Ungdómshúsinum.
Ungdómshúsið Loftið í Sandavági treingir til ávísar ábøtur.
Kommunan hevur tí valt at lata tað aftur í eina tíð, meðan húsið verður sett í stand.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo