Vága kommuna og sp/f Desk hava gjørt avtalu um arbeiði at gera útstykking við Olivarsveg í Miðvági.
Talan verður um 13 grundstykkir, sum liggja vestanfyri Skaldaveg í býlinginum norðuri á Heiðum í Miðvági. Grundøkini vera 6-700 m2 til støddar og tey verða boðin út eftir grundstykkjalistanum hjá kommununi.
Til ber at søkja um grundstykki við at fylgja hesi leinkju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo