Norðlýsið: Tøl hjá tunnilsfelagnum vísa, at hóast samlaði byggikostnaðurin fyri Vágatunnilin var 280 mió. kr. hevur tunnilsfelagið pr. 31/12-2016 kravt inn 310,7 mió. kr. í bummgjaldi.
Tað skrivar Norðlýsið.
Uni Danielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlinum, sigur við Norðlýsið, at ferðslan í tunlunum avspeglar at tað gongur gott í føroyska samfelagnum.
- Í januar mánaða øktist ferðslan í Norðoyatunlinum 12% og í Vágatunlinum 13%. Í februar øktist ferðslan í Norðoyatunlinum heili 16% og ferðslan í Vágatunlinum øktist 17%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo