Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2016 gjørdist eitt avlop á 0,4 mió. kr., sum er 0,1 mió.kr. betur enn árið fyri, tá avlopið var 0,3 mió. kr.
Umsetningurin var 15,1 mió. kr. í 2016 og 13,4 mió. kr. í 2015.
Í Vágatunlinum koyrdu 746.070 akfør gjøgnum tunnilin, 64.397 fleiri enn í 2015, ein vøkstur á 9,5%.
Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.037 akfør í miðal hvønn dag.
Norðoyatunnilin
Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 5,5 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. betur enn 2015, tá avlopið var 4,8 mió. kr.
Umsetningurin var 24,5 mió. kr. í 2016 og 24,3 mió. kr. í 2015.
Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.000.632 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 11,2% í mun til 2015, tá 899.800 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum.
Ferðslan hevur í 2016 verið í miðal 2.733 akfør/døgn í mun til 2.463 akfør/døgn í 2015.
Miðalprísur
Miðalprísurin, sum hvørt akfar hevur goldið í 2016, var kr. 48,51 í Norðoyatunlinum og kr. 42,39 í Vágatunlinum.
Nevndirnar viðgera við jøvnum millumbili, um grundarlag er fyri at broyta prísirnar.
Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi.
Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Hera M. Hammer sum næstformanni.
Í nevndini fyri Vágatunnilin sita Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze.
Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo