Vága kommuna er um at koma í rasshaft av einum byggimáli, tí eini sethús eru komin at standa 90 centimetrar hægri enn tey hava loyvi til
Tað eru grannarnir sum hava klagað um húsini, sum standa Norðuri á Heiðum, við Rasmusargøtu í Miðvági.
Málið byrjar, tá grannarnir gera kommununa varuga við, at húsini standa ov høgt. Kommunan kannar málið og staðfestir, at so er.
Men tað er eitt samskiftismistak í samband við áseting av planeringshædd, sum er orsøk til feilin, og eigarin av sethúsinum hevur onga ábyrgd av tí, sigur kommunan.
Málið var fyri á kommunustýrisfundi seinasta mánadag.
Tekniski leiðarin hevur mælt teknisku nevnd til at taka avgerð um, hvørt byggingin skal lógliggerast juridiskt, sum sagt verður í fundarfrágreiðingini, ella um byggingin skal hava "fysiskar avleiðingar" sum helst merkir, at húsini mugu takast niður aftur.
Húsini eru annars innilokað og innrættingin er byrjað.
Bæði Tekniska nevnd og Fíggjarnevnd mæla á fundum 15. og 16. mars til at velja "juridisku" loysnina, sum er at broyta loyvið, so húsini kunnu standa, hóast tey eru 90 centimetrar ov høg.
Sum skilst á fundarbókini hjá býráðnum skal ein hoyring vera afturat hjá grannunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo