Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú er bara sjálvur endaspurturin eftir í flogbóltskappingini hjá monnum og kvinnum. Dráttur setti KÍF dyggiliga upp á pláss hjá kvinnunum, og tað sama kann sigast um menningar hjá SÍ, sum bukaðu Fleyr í fyrru finaluni. Men enn er einki avgjørt!

KÍF má vísa heilt annað lag
Fyrri finaludysturin í morgin er hjá kvinnunum. Dráttur kemur inn á vøllin við góðum sjálvsáliti og einum 3-0 sigri í viðførinum. Liðið spældi nærum ein feilfrían dyst og skal bara halda á. Hjá KÍF skal heilt annað lag verða funnið. Alt frá móttøku til álop má gerast betri, og tað kann tað eisini, tí KÍF hevur hetta kappingarárið víst, at tær hava dygdirnar. Tær sóust bara ikki í fyrsta dystinum. Tað er nú ella als ikki hjá KÍF!

·        Meistaradeild kvinnur:   Dráttur – KÍF       høllin á Hálsi       leygardagin 15. apríl kl. 13.00

Stórt trýst á Fleyr

SÍ skinklaði í fyrsta setti av fyrru finaluni ímóti Fleyr, men frá miðskeiðis í settinum og tað, sum eftir var av dystinum, vóru sørvingar klárt betra liðið. Fleyr megnaði als ikki at standa ímóti góða álopsspælinum og drúgva verjuspælinum hjá SÍ og sóu fyri tað nógva ráðaleysir út. Mansfinalan minnir tí nógv um kvinnufinaluna, at SÍ eins og Dráttur bara skal halda á, og Fleyr eins og KÍF hevur alt at gera.

·        Meistaradeild menn:      Fleyr – SÍ             høllin á Hálsi       leygardagin 15. apríl kl. 15.30

Gullsett

Skuldi tað hent, at Fleyr ella KÍF vinna seinnu finaluna, verður føroyameistaraskapurin avgjørdur við einum gullsetti, sum verður leikt beint eftir sjálva finaluna. Liðin fáa tá lítlans steðg. Hetta settið er upp í 15, tó skulu vera 2 stig á muni.

Tað var neyðugt, seinasta kappingarár, tá ið Fleyr vann júst gullsettið 16-14 á Drátti. Tey í Drátti og SÍ eru helst ikki samd, men tað hevði verið ynskiligt við gullsetti aftur hesaferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo